Soleiðis arbeiða vit

Fyrstu ferð tú kemur inn á gólv, er tað kanska, tí tú hevur tørv á dekorering ella skelting. Helst hevur tú sæð ella hoyrt, at vit eru ein fyritøka, sum veitir øðrum fyritøkum og privatum alt innan dekorering og skelting. Og tað er ikki langt av leið.

Upp á lívið

Men longu aðru ferð tú støkkur inn, ert tú blivin klókari. Tí nú veitst tú, hvussu góð góðskan er, og at vit hava tey røttu amboðini, ja – kanska tey bestu amboðini, tá samanum kemur. Tú veitst eisini, at vit hava ein stálherdan vilja, royndirnar og vitanina, og at vit levera til tíðina.

Og soleiðis er tað bara

Men sigur tú vinnufólk meira enn tvær ferðir, verður tað stytt til vinfólk. Tí triðju ferð tú hyggur inn, hugsar tú ikki so nógv um tað. Tú kemur bara – tí tú hevur álit á okkum. Tú veitst, at vit standa við okkara orð. Okkara hjartamál er skjót og góð tænasta, og hetta er veruliga nakað, vit ganga inn fyri.

Hví er jarðberið gult?

Ring og spyr á 347 180.

Pssst! Tí tað skarar framúr – eins og Dekostovan.