Foliu á rútin
tað er so knívskorið

Ómakaðleyst

Glas er blivið eitt berandi element í nógvum húsum og bygningum. Summastaðni verða stórir veggir skiftir út við stór glaspartí. Tá er avbjóðingin, hvussu tú so setir títt prek á. Dekostovan hevur loysnina: Folia. Folia er plastfilmur, ið verður klistraður á rútar og annað glas. Við foliu eru møguleikarnir óendaligir. Hon kann skerast til, prentast við mynstri, búmerki og øðrum á. Harumframt hevur folian tann eginleikan, at hon kann fáa rútar at virka sum skilaveggir. Soleiðis fær hon vegleitt fólki í bygningum, tey ikki hava verið í áður. Folia er ein ómakaleys og haldfør loysn.

Frostfolia – til øll endamál

Frostfolia er sum sandblást glas. Tað merkir, at hon er ikki gjøgnumskygd. Hon er grá, men kann eisini tónast í ymiskum litum. Tað góða við frostfoliu er, at hon hevur eitt professionelt úttrykk yvir sær. Tað er so leikandi lætt at skera út mynstur, tekst, búmerki og annað, so við frostfoliu fært tú snilt gjørt, so at samleikan hjá fyritøkuni fellir inn í kringumstøðurnar.

Tóna rútarnar við sólfilmi

Sólfilm kennir tú. Filmur, sum verður klistraður á rútar í húsum og í bilum. Sólfilmur er ein góð loysn, um tú ætlar at verja móti sólarljósi, ella um tú ikki vilt, at onnur skulu síggja inn. Úrvalið er sera stórt: Vit hava sólfilm í fleiri tónum, kláran sólfilm við UV-filtri, og so hava vit eisini spegilsfoliu – eins og í avhoyringarrúmum í filmum.

Holfolia – ein heilt onnur liga

Holfolia er eitt av hesum optisku fyribrigdunum, sum vekja undran, tí tey onkursvegna reingja veruleikan. Hetta er folia við prenti á og verður klistrað á rútar í bygningum, skrivstovum ella á eitt nú bakrútin á bilinum. Bilførarin sær út gjøgnum bakrútin sum vant, men tey, ið eru aftan fyri bilin, síggja bert tað, ið prentað er: Eina lýsing, eitt búmerki – ella hvat tú kundi ynskt tær.

Út í odd og egg