Tá fólk trína inn í handilin, er tað týdningarmikið, at tey kenna seg væl. Gera tey ikki tað, eru tey skjót á dyr aftur. Tú kemur langt við einum smíli, men summi fólk eru fáorðað og ynskja at ganga fyri seg sjálvi. Tá er neyðugt at dekorera og skelta handilin soleiðis, at eingin ivi er um, hvat vendir upp, og hvat vendir niður. Og næstu ferð, tey koma á gátt, koma tey ikki bara inn at venda – men inn at vitja.
Tá tú innrættar skrivstovuna, er ymiskt at geva tær far um. Hetta er eitt stað, har nógv fólk koma á gátt. Ein segði einaferð, at um fólk dáma teg, so fara tey at lurta eftir tær – men um tey stóla upp á teg, so fara tey at tíma at gera business við tær. Tað er av týdningi, at skrivstovan er eitt stað, har man trívist – har framfýsni og bjartskygni mynda dagsskránna.