Stjóri
Christian fær aldrin skeiva beinið úr songini. Nei, hann loypur út í dagin við báðum beinum. Hann hevur nógv ár á baki í vinnulívinum, men Christian er ikki sølumaður. Hann er tænastuveitari. Tí hann fer ígjøgnum eld og vatn fyri at veita eina góða tænastu.
Fyrisiting
Katrin veit, at vinnulívið er, sum Harra Gud vil. Vilt tú fylgja við, mást tú tillaga teg. Hon er vís í ráðum, hevur áralangar royndir og torir sostatt at taka avgerðir av eintingum. Hon hugsar skjótt og ber eyga við hvønn einasta smálut. Katrin er so klárvakin.
Ráðgevi
Eyðun hevur langtsíðani funnið meiningina við lívinum: Við at gleða onnur, gleðir Eyðun seg sjálvan. Við einari ph.d. í empatiskum túnatosi dugir hann at seta seg í støðuna hjá øðrum. Og so er hann eisini grundin til, at bommskálin altíð stendur tóm.
Sølufólk
Eingin kennir dagin, áðrenn sólin fer til viðar. Uttan Elisabeth. Hon er altíð eitt fet frammanfyri. Hon hevur innlit og yvirlit. Hon metir um útlit og sýnir fyrilit. Og fram um alt vil hon síggja úrslit. Ja, Elisabeth skyggir í nógvum litum.
Samskipari
Døgg er nett og løtt at síggja til, har hon situr í móttøkuni. Men lat teg ikki lumpa. Helvtina av tíðini er hon úti í verkstaðnum ella uppi í stigum við eini skrúvumaskinu í hond. Og hon megnar alt tað sama, sum hasir tríggir gubbarnir niðanfyri.
Sniðgevi
Á arkitektaskúla lærdi Edith at loysa stórar arkitektoniskar problemloysnir. Og í heimbygdini Vági lærdu tey hana, at tað eru tey smáu tingini, sum gera munin. Hendan lærdómin hevur hon eisini tikið við sær – og tað við toppkarakteri.
Skeltamontørur
Dávid er svakur. Ella ... Nei. Hann er blídligur við alt fólk, kent og ókent. Hann er týpan, tú faktiskt tímir at bíða eftir bussinum saman við. Men her í húsinum arbeiðir Dávid sum eitt svakt. Aja. Summi fólk hava bara hatta yvirskotið. Dávid er ein teirra.
Skeltamontørur
“Pápi mín, hann strevar og hann stríðir” tralla døturnar hjá Eyðsveini hvønn morgun, meðan hann errin og fegin fer til arbeiðis. Og hann fer ikki heim aftur, fyrr enn arbeiðið er liðugt. Nei, hansara partur liggur ikki eftir.
Verkstovuleiðari
John er lættur á fótum og kvikur í hondum. Áðrenn tú veitst av, liggur hann vatnrættur í luftini og putlast við okkurt. Og so er tað einki roks við John. Tá hann sigur, at tað er onki problem, so verður tað soleiðis! Yndisfilmur? Fótbóltur.
Ring og spyr á 347 180.
Pssst! Tí tað skarar framúr – eins og Dekostovan.