TEY SMÁU TINGINI
GERA MUNIN

Eksklusiv marknaðarføring

Gott business snýr seg gamaní um at gera eitt gott inntrykk. Eitt fast lógvatak og gott orð í munninum. Men marknaðarføring snýr seg um at fáa boðskapin hjá tær út. Har uppliva vit, at tað ofta eru tey smáu tingini, ið gera munin. Við øðrum orðum – reklamulutir. Reklamulutir snúgva seg um at knýta vinabond og at røkja nærsambond. Og hvør elskar ikki gávur? Gev kundunum ein lyklaring, ein stressbólt ella eitt yo-yo. Hetta er ein góður máti, vilt tú skilja teg út.

Prikkurin yvir i-ið

Allar fyritøkur hava ein samleika. Hesin samleikin sigur, hvør fyritøkan er, og hvat hon stendur fyri. Við reklamulutum útstrálar tú, at hetta er ein fyritøka við eitt sindur av yvirskoti, meira plúmmi. Og annars eru tað ofta reklamulutir, ið fáa tað síðsta orðið. Tí við reklamulutum fært tú veruliga sligið navnið hjá tær fast í tilvitskuna hjá kundunum. Sagt øðrvísi: Hetta er reklama, ið varir við í fleiri ár.

Alt millum himmal og jørð

Kanska skalt tú á messu, og tú ynskir at geva teimum, sum ganga framvið, eina nice sleikisneis við navninum á tíni fyritøku á? Ella kanska tú ynskir at geva tínum heilt serligu samstarvsfelagum ella kundum ein flottan kúlupenn ella aðra luksusgávu, sum verður virðismett í nógv ár framyvir? Eitt er vist: Tá ið tú fært eitt gott hugskot, og tú kundi hugsað tær reklamulutir, er Dekostovan aldrin serliga langt vekk. Tí hjá okkum fært tú reklamulutir í øllum príslegum, til øll høvi og til allar málbólkar.

Nógvir reklamulutir í at velja