DEKOSTOVAN
SKELTAR FØROYAR

Ferðsluskelting

Tá vegir og annað verða bygdir, er tað ein ørgrynna av skeltum, sum verða framleidd til høvið. Vit eru professionellir veitarar av skeltum, og vit bjóða okkum fram bæði til tað almenna og tað privata at framleiða skeltir til øll hugsandi endamál. Dag um dag, tíma fyri tíma.

Vit taka øll atlit

Tað, sum umræður, tá ferðsluskeltir verða framleidd, er, at tey lúka almennu trygdarkrøvini. Øll okkara skeltir eru EU-góðkend. Vit taka ferðslutrygd í álvara, og tí átaka vit okkum eisini, at skeltini, vit veita, virka, sum tey skulu – orsaka øll kommaini, men kommaseting er sum skeltauppseting, og har eru vit neyv. Okkara skeltir síggjast, tey lýsa í myrkri, tey eru slitsterk, og tey halda til føroyska veðurlagið.

Eitt ferðsluskelti hevur mong andlit

Forboð. Fráboð. Páboð. Parkering. Leiðbeining. Kunngerð. Tað finnast óteljandi skeltir til óteljandi endamál. Veri tað seg til navigering ella navnið á einum vegi ella eini bygd, ja so fáa maskinurnar og menninir á verkstaðnum framleitt tað.

Ein heilur skógur av skeltum