Summir bygningar eru byggilistalig meistaraverk. Summir enntá somikið ikoniskir, at teir eru vorðnir ímyndin av einum býi – eitt nú Glasir og Sjóvinnuhúsið í Havn, sum vit hava dekorerað við skeltum, leiðbeiningum, brandplanum og veggjadeko. Tá ið vit dekorera ein bygning, merkir tað, at vit leggja síðstu hond á. Vit tryggja, at har er ein reyður tráður í øllum. Hetta er putlut arbeiði, sum krevur nærlagni.
Ynskini frá kundum okkara eru ofta líka ymisk, sum bygningar eru ymiskir: Bensinstøðir, kaffibarrir, fólkaskúlar, flogvøllir – you name it. Vit dekorera so at siga allar bygningar, og tá vit fara til verka, tryggja vit okkum altíð, at úttrykkið er samanhangandi – innan og uttan.
Skulu vit dekorera við vanligari foliu ella frostfoliu? Skal folian skerast tvørturav og virka sum ein skilaveggur? Skal folian endurspegla samleikan hjá fyritøkuni? Skulu innan- og uttanduraskeltini leiðbeina gestunum? Ella skulu tey kanska fortelja onkran boðskap? Skal bygningurin síggjast í myrkri?
Nógv kann sigast um úrvalið og um tænastuveitingina, men tað stutta av tí langa er, at bara hugflogið setur markið fyri, hvat letur seg gera.
Einki verður gjørt upp á hálvt. Føroyskir bygningar skulu standa væl í fólkaeygum. Tí fara vit út á økið og taka í hondina á tykkum, sum dagliga ferðast í bygninginum. Vit ganga høgt upp í deko, men tú og tínir kundar eru hægst í metum.
Tímir tú ikki meira møsn? So sært tú dømi niðanfyri.