Tá vegir og annað verða bygdir, er tað ein ørgrynna av skeltum, sum verða framleidd til høvið. Vit eru professionellir veitarir av skeltum, og vit bjóða okkum fram bæði til tað almenna og tað privata at framleiða skeltir til øll hugsandi endamál. Dag um dag, tíma fyri tíma.
Tað, sum umræður, tá ferðsluskeltir verða framleidd, er, at tey lúka almennu trygdarkrøvini. Øll skeltini eru EU-góðkend. Vit taka ferðslutrygd í álvara, og tí átaka vit okkum eisini, at skeltini, vit veita, virka, sum tey skulu – orsaka øll kommaini, men kommaseting er sum skeltauppseting, og har eru vit neyv. Okkara skelti síggjast, tey lýsa í myrkri, tey eru slitsterk og halda til føroyska veðurlagið.
Forboð. Fráboð. Páboð. Parkering. Leiðbeining. Kunngerð. Tað finnast óteljandi skelti til óteljandi endamál. Veri tað seg til navigering ella navnið á einum vegi ella eini bygd, ja so fáa maskinurnar og menninir á verkstaðnum framleitt tað.