Sp/f Sendistovan ("Sendistovan", "Dekostovan", "vit", "okkum", "okkara") hevur skyldu til at tryggja hóskandi dátuvernd av teimum upplýsingum, ið vit viðgera um okkara kundar, starvsfólk og veitarar. Vit hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, sum tryggja, at okkara viðgerð av persónsupplýsingum fer fram í samsvari við dátuverndarlógina.
Tá ið Dekostovan umsitur starvsfólkaviðurskifti umframt kunda- og veitarasamstørv, eru vit sum meginregla dátuábyrgdari.
Heimasíða okkara www.dekostovan.fo nýtir ikki farspor, og skráseta vit sostatt ongar upplýsingar um teg ella tína tóleind (teldu/teldil/snildfon) sum vitjandi á heimasíðuni.
Vit nýta greiningaramboðið Plausible til at greina ferðsluna á heimasíðu okkara. Skrásetingar frá skipanini eru dulnevndar soleiðis at ongar persónupplýsingar verða skráseta ella viðgjørdar.
Sum skrásett/ur hevur tú ávís rættindi, sum Dekostovan hevur skyldu til at fylgja.
Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í hvørjar persónsupplýsingar, vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónsupplýsingar rættaðar. Ynskir tú, at tínar persónsupplýsingar verða strikaðar; at Dekostovan avmarkar viðgerðina av tínum persónsupplýsingum; nýta tín rætt til dátuflutning; ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.
Tá vit viðgera persónsupplýsingar, grundað á samtykki, hevur tú altíð rættin at taka títt samtykki aftur. Fyri at taka títt samtykki aftur kanst tú seta teg í samband við okkum. Afturtøka av einum samtykki, ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.
Ynskir tú at nýta tíni rættindi, so send okkum ein teldupost á innlit@sendistovan.fo
Ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at venda tær til okkara. Tú ert sjálvandi eisini altíð vælkomin at koma inn á gólv.
Sp/f Sendistovan
Stiðjagøta 11
FO-100 Tórshavn
+298 347 150
samband@dekostovan.fo
www.dekostovan.fo
Um tú ynskir at kæra okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, verður tú vinaliga biðin at senda okkum ein teldupost til innlit@sendistovan.fo og lýsa málið. Vit svara tínum fyrispurningi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at boðini eru móttikin.
Tú hevur eisini rætt at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi umframt okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðuna hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo.
Okkara dátuverndarkunning verður dagførd, tá ið viðkomandi broytingar eru. Vit mæla tær til at vitja hesa síðu av og á og kunna teg um galdandi privatpolitikk.
Seinast dagført 12-12-2022.