Hvat er privatpolitikkurin hjá Dekostovuni?
Hesin privatpolitikkur greinar, hvørjar persónsupplýsingar verða savnaðar á www.dekostovan.fo, og hvat hetta verður brúkt til.
Hvat er privatpolitikkurin hjá Dekostovuni?
Tá tú ferðast á okkara síðu, savna vit upplýsingar um tína tóleind (teldu/teldil/snildfon). Hesar upplýsingar fevna um:- Hvørjar cookies verða goymdar
- Slag av tóleind
- Slag av kaga (browser)
- Tíðarsonu
- IP-adressu
- Hvørjar síður, tú vitjar
- Hvussu tú fanst fram til okkara síðu
Tøknin, vit nýta til innsavnan, er cookies sum eru eru dátufílur, sum verða goymdar á tíni tóleind. Tú kanst síggja hvørjar cookies, ið vera nýttar her
Hvussu brúka vit hesar upplýsingar?
Upplýsingar um tóleindir
Vit brúka upplýsingar, ið vit savna inn um tóleindir o.a., til at hava eyguni við møguligum álopum á síðuna. Vit brúka eisini hesar upplýsingar til at betra um okkara síðu, so at vit kunnu geva tær eina betri uppliving.
Ísv. marknaðarátøk kunnu vit brúka upplýsingar um tóleindina fyri at betra, avmarka og tillaga samskiftið, so at tað er so greitt og viðkomandi sum gjørligt.
Deiling av tínum upplýsingum
Fyri at kunna útinna tað, sum er lýst omanfyri, verða tínar upplýsingar deildar við hesar uttanhýsistænastur:
- Plausible – fyri at síggja, hvussu tú brúkar síðuna, og betra um upplivingina.
- Vit brúka Facebook tracking pixels, so at marknaðarføringin verður betri og meira málrættað.
Deiling av tínum upplýsingum
Fyri at kunna útinna tað, sum er lýst omanfyri, verða tínar upplýsingar deildar við hesar uttanhýsistænastur:
- Plausible – fyri at síggja, hvussu tú brúkar síðuna, og betra um upplivingina.
- Vit brúka Facebook tracking pixels, so at marknaðarføringin verður betri og meira málrættað.
Samband og útfyllingarskjøl
Um tú velur at nýta okkara útfyllingarskjal (contact form) so verða tínar upplýsingar goymdar í okkara Dynamicweb-skipan (backend) og savnaðar saman í einum telduposti, sum síðani verður sendur okkum.
Allar dátur, ið verða fingnar til vega frá einhvørjum útfyllingarskjali (website form), verða viðgjørdar og eftirmettar í minsta lagi einaferð um árið; har óvirknar dátur verða strikaðar úr dátugrunninum í okkara Dynamicweb-skipan.
Starvsumsóknir
Allar umsóknir til Dekostovuna, umbidnar og óumbidnar, skulu sendast til starv@sendistovan.fo, sum er ein felags teldupostur, ið leiðslan nýtir.
Umsóknirnar vera goymdar í innanhýsis skipan, ið einans leiðslan hevur atgongd til, har tær liggja, til starvið er sett, og síðani verða allar umsóknir strikaðar. Óumbidnar umsóknir vera strikaðar 6 mánaðir eftir at tær eru móttiknar.
Tú ert altíð vælkomin at heita á okkum, um tú ynskir tínar dátur strikaðar úr skipanini. Vit svara skjótast gjørligt (og í seinasta lagi innan ein mánað) eftir at hava móttikið tína fráboðan – hóast hetta tíðarskeið kann verða longt í tvørligum serførum.
Dátueftirlit
Dátueftirlitið fyri hesa heimasíðu er: Sendistovan – føroyskt felag við virkisnummari (V-tal) 492698 og heldur til á:v
Sendistovan pf.
Stiðjagøta 11
100 Tórshavn
+298 347 180
samband@dekostovan.fo
www.dekostovan.fo
Tíni rættindi
Tú hevur rætt til atgongd til allar upplýsingar, vit goyma um teg. Tú kanst eisini biðja um, at upplýsingarnar um teg verða tillagaðar ella strikaðar. Ynskir tú innlit í upplýsingar, vit goyma um teg, ella ynskir tú at broyta ella strika hesar upplýsingar, so send okkum ein teldupost á innlit@sendistovan.fo
Vit svara tínum fyrispurningi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at boðini eru móttikin.
Spurningar?
Ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á +298 347 180 ella á samband@sendistovan.fo. Tú ert sjálvandi eisini altíð vælkomin at hyggja inn á Stiðjagøtu 11 í Tórshavn.
Dagføringar
Okkara privatpolitikkur verður dagførdur, tá ið viðkomandi broytingar eru. Vit mæla tær til at vitja hesa síðu av og á og kunna teg um galdandi privatpolitikk.
Seinast dagført 12-11-2020