Starvsfólk

Eyðun Miðberg
Ráðgevi

Eyðun hevur langtsíðani funnið meiningina við lívinum: Við at gleða onnur, gleðir Eyðun seg sjálvan. Við einari ph.d. í empatiskum túnatosi dugir hann at seta seg í støðuna hjá øðrum. Og so er hann eisini grundin til, at bommskálin altíð stendur tóm.

Elisabeth á Bakka
Sølufólk

Eingin kennir dagin, áðrenn sólin fer til viðar. Uttan Elisabeth. Hon er altíð eitt fet frammanfyri. Hon hevur innlit og yvirlit. Hon metir um útlit og sýnir fyrilit. Og fram um alt vil hon síggja úrslit. Ja, Elisabeth skyggir í nógvum litum.

Christian Nagata
Stjóri

Christian fær aldrin skeiva beinið úr songini. Nei, hann loypur út í dagin við báðum beinum. Hann hevur nógv ár á baki í vinnulívinum, men Christian er ikki sølumaður. Hann er tænastuveitari. Tí hann fer ígjøgnum eld og vatn fyri at veita eina góða tænastu.

Katrin Egholm
Fyrisiting

Katrin veit, at vinnulívið er, sum Harra Gud vil. Vilt tú fylgja við, mást tú tillaga teg. Hon er vís í ráðum, hevur áralangar royndir og torir sostatt at taka avgerðir av eintingum. Hon hugsar skjótt og ber eyga við hvønn einasta smálut. Katrin er so klárvakin.

Døgg Nónsgjógv
Samskipari

Døgg er nett og løtt at síggja til, har hon situr í móttøkuni. Men lat teg ikki lumpa. Helvtina av tíðini er hon úti í verkstaðnum ella uppi í stigum við eini skrúvumaskinu í hond. Og hon megnar alt tað sama, sum hasir tríggir gubbarnir niðanfyri. 

John Johansen
Verkstovuleiðari

John er lættur á fótum og kvikur í hondum. Áðrenn tú veitst av, liggur hann vatnrættur í luftini og putlast við okkurt. Og so er tað einki roks við John. Tá hann sigur, at tað er onki problem, so verður tað soleiðis! Yndisfilmur? Fótbóltur.

Dávid Tausen
Skeltamontørur

Dávid er svakur. Ella ... Nei. Hann er blídligur við alt fólk, kent og ókent. Hann er týpan, tú faktiskt tímir at bíða eftir bussinum saman við. Men her í húsinum arbeiðir Dávid sum eitt svakt. Aja. Summi fólk hava bara hatta yvirskotið. Dávid er ein teirra.

Eyðsvein Joensen
Skeltamontørur

“Pápi mín, hann strevar og hann stríðir” tralla døturnar hjá Eyðsveini hvønn morgun, meðan hann errin og fegin fer til arbeiðis. Og hann fer ikki heim aftur, fyrr enn arbeiðið er liðugt. Nei, hansara partur liggur ikki eftir.

Edith Dahl Jacobsen
Sniðgevi

Á arkitektaskúla lærdi Edith at loysa stórar arkitektoniskar problemloysnir. Og í heimbygdini Vági lærdu tey hana, at tað eru tey smáu tingini, sum gera munin. Hendan lærdómin hevur hon eisini tikið við sær – og tað við toppkarakteri.

Hvat sigur tú?
Skulu vit gera okkurt?