DEKOSTOVUNA
Á SKRIVSTOVUNA

Meir enn bara eitt rúm

Minnist tú, tá tú innrættaði títt fyrsta barnakamar? Tú legði alla orku í. Kamarið skuldi endurspegla, hvør tú vart. Og tú ætlaði ikki einki. Nakað soleiðis hevur tú tað kanska eisini, nú skrivstovan skal innrættast. Vit á Dekostovuni síggja eina skrivstovu sum meir enn bara eitt rúm. Tað er eitt stað, ein miðstøð, har tú tekur umráðandi avgerðir. Har tey stóru hugskotini eru í hæddini.

Hvørjum stevnir tú fram ímóti?

Tá ið tú innrættar skrivstovuna, er ymiskt at geva tær far um. Hetta er eitt stað, har nógv fólk koma á gátt. Ein segði einaferð, at um fólk dáma teg, so fara tey at lurta eftir tær; men um tey stóla upp á teg, so fara tey at tíma at gera business við tær. Tað er av týdningi, at skrivstovan er eitt stað, har man trívist; har framfýsni og bjartskygni mynda dagsskránna.

Hevur tú stýr á tí?

Á einari skrivstovu er nógvur futtur í. Verkætlanir. Fyrireikingar. Fundir. Tíðin er dýrabar, og kaffið er brennievnið. Á einari skrivstovu skal tað helst vera eitt gott flóð. Tí eru summi ting eitt must – eitt nú veggjakalendarar, whiteboards og skelting av rúminum – so tú ert up-to-date og fært lagt tær arbeiðið ordiligt til rættis. Onnur ting eru praktisk og nøkta tann serliga tørvin – so sum ljóðdoyvandi plátur og tónaðir rútar. Og við veggjaprýði fært tú lagt síðstu hond á – plakatir, løriftsmyndir ella PVC-plátur. Dekostovan nøktar allan tørv – fyri uttan sjampanjuna til allar løturnar við framgongd. Hana fært tú í rúsuni.

Hitt okkum

Dekostovan

Stiðjagøta 11

Postboks 1145

110 Tórshavn

Føroyar


+298 347 150

SAMBAND@DEKOSTOVAN.FO
Soleiðis arbeiða vit Starvsfólk

Sosialt

ONKI AT BÍÐA VIÐ

Slá upp á tráðin á 347 150 ella send okkum teldupost.

Tú kanst eisini melda teg til okkara tíðindabræv.