FOLIU Á RÚTIN
TAÐ ER SO
KNÍVSKORIÐ
Ómakaleyst
Glas er blivið eitt berandi element í nógvum húsum og bygningum. Summastaðni verða stórir veggir skiftir út við stór glaspartí. Tá er avbjóðingin, hvussu tú so setir títt prek á. Dekostovan hevur loysnina: Folia. Folia er plastfilmur, ið verður klistraður á rútar og annað glas. Við foliu eru møguleikarnir óendaligir. Hon kann skerast til, prentast við mynstri, búmerki og øðrum á. Harumframt hevur folian tann eginleikan, at hon kann fáa rútar at virka sum skilaveggir. Soleiðis fær hon vegleitt fólki í bygningum, tey ikki hava verið í áður. Folia er ein ómakaleys og haldfør loysn.


Frostfolia – til øll endamál
Frostfolia er sum sandblást glas. Tað merkir, at hon er ikki gjøgnumskygd. Hon er grá, men kann eisini tónast í ymiskum litum. Tað góða við frostfoliu er, at hon hevur eitt professionelt úttrykk yvir sær. Hjá okkum er tað so leikandi lætt at skera út mynstur, tekst, búmerki og annað. So við frostfoliu fært tú snilt gjørt, so at samleikin hjá fyritøkuni fellir inn í kringumstøðurnar.
Tóna rútarnar við sólfilmi
Hevur tú brúk fyri eini varandi loysn ella bara fyribils? Skal akfarið siga mjavv ella voff? Tað er upp til tín. Men gott bildeko festir seg í huganum. Og við útgerðini, tilfarinum og servitanini eru vit á Dekostovuni meistarar á økinum. Vit hava sniðgevar við ríkum hugflogi og handafimar montørar við góðum eygamáli. Gev okkum eitt prai. Vit vita akkurát, hvat skal til – so tú fært sett tín persónliga dám á.

Ynskir tú vindeygadeko, so er tað meg, tú skalt tosa við.
