TEY SMÁU TINGINI
GERA MUNIN

Eksklusiv marknaðarføring

Gott business snýr seg gamaní um at gera eitt gott inntrykk. Eitt fast lógvatak og gott orð í munninum. Men góð marknaðarføring snýr seg um at fáa boðskapin hjá tær út. Vit á Dekostovuni vita, at tað ofta eru tey smáu tingini, ið gera munin. Við øðrum orðum – reklamulutir: Reklamulutir snúgva seg um at knýta vinabond og at røkja nærsambond – og hvør elskar ikki gávur? Gev kundum tínum ein lyklaring, ein stressbólt ella eitt yo-yo – tað veldst alt um kundan, sjálvandi. Hetta er ein góður máti, skalt tú skilja teg út úr mongdini og gera teg minnisverdan.

Prikkurin yvir i-ið

Allar fyritøkur hava ein samleika. Hesin samleikin sigur, hvør fyritøkan er, og hvat hon stendur fyri. Við reklamulutum útstrálar tú, at hetta er ein fyritøka við eitt sindur av yvirskoti – meiri plúmm. Og annars eru tað ofta reklamulutir, ið fáa tað síðsta orðið. Teir eru prikkurin yvir i-ið. Tí við reklamulutum fært tú veruliga sligið navnið hjá tær fast í tilvitskuna hjá kundunum. Sagt øðrvísi: Hetta er reklama, ið varir við í fleiri ár.

Alt millum himmal og jørð

Kanska tú skalt á messu, og tú ynskir at geva teimum, ið ganga framvið, eina nice sleikisneis við navninum á tínari fyritøku á? Ella kanska tú ynskir at geva tínum heilt serligu samstarvsfelagum, kundum ella starvsfólkum ein flottan kúlupenn ella aðra luksusgávu, sum verður virðismett í nógv ár framyvir? Eitt er vist: Tá ið tú fært eitt gott hugskot, og tú kundi hugsað tær reklamulutir, er Dekostovan aldrin serliga langt vekk. Tí hjá okkum fært tú reklamulutir í øllum príslegum, til øll høvi og til allar málbólkar.

Hitt okkum

Dekostovan

Stiðjagøta 11

Postboks 1145

110 Tórshavn

Føroyar


+298 347 150

SAMBAND@DEKOSTOVAN.FO
Soleiðis arbeiða vit Starvsfólk

Sosialt

ONKI AT BÍÐA VIÐ

Slá upp á tráðin á 347 150 ella send okkum teldupost.

Tú kanst eisini melda teg til okkara tíðindabræv.