Summir bygningar eru byggilistalig meistaraverk. Summir enntá somikið ikoniskir, at teir eru vorðnir ímyndin av einum býi – eitt nú Glasir og sjóvinnuhúsið í Havn, sum vit hava dekorerað við skeltum, leiðbeiningum, brandplanum og veggjadeko. Tá ið vit dekorera ein bygning, eru tað vit, sum leggja síðstu hond á. Vit tryggja, at har er ein reyður tráður í øllum. Hetta er putlut arbeiði. Hetta krevur nærlagni.
Ynskini frá kundum okkara eru ofta líka ymisk, sum bygningar sjálvir: Bensinstøðir, kaffibarrir, fólkaskúlar, flogvøllir – you name it. Vit dekorera so at siga allar bygningar, og tá vit fara til verka, tryggja vit okkum altíð, at úttrykkið er samanhangandi – innan og uttan.
Nógv kann sigast um úrvalið og um tænastuveitingina, men tað stutta av tí langa er, at bara hugflogið setur markið fyri, hvat letur seg gera.
Einki verður gjørt upp á hálvt. Føroyskir bygningar skulu standa væl í fólkaeygum. Tí fara vit út á økið, taka í hondina á tær og tínum, sum dagliga ferðast í bygninginum. Vit ganga høgt upp í deko, men tú og tínir kundar eru hægst í metum. Orkar tú ikki meira møsn? So sært tú vørulistan her.
Dekostovan
Stiðjagøta 11
Postboks 1145
110 Tórshavn
Føroyar
SAMBAND@DEKOSTOVAN.FO
Soleiðis arbeiða vit
Starvsfólk
Slá upp á tráðin á 347 180 ella send okkum teldupost.
Tú kanst eisini melda teg til okkara tíðindabræv.