DEKO TIL AKFARIÐ
DEKAN FARI

Hvat sigur akfarið?

Hevur tú givið tær far um, hvat akfarið hjá tær sigur um teg og tína fyritøku? Tá tú ert á ferð, er tað jú í grundini ein livandi lýsing. Á Dekostovuni fært tú prýtt akfarið við lýsingum, búmerkjum ella telefonnumrum. Tú kanst eisini hálv- ella heilfoliera bilin. Fólk á gøtuni lata seg lætt ávirka, tí góð marknaðarføring skapar úrslit. So sjálvandi skalt tú hava deko til akfarið. Tað sigur seg sjálvt. Ella – akfarið sigur tað sjálvt.

Allir óhugsandi møguleikar

Folian, vit á Dekostovuni nýta, er sera smidlig og dygdargóð. Tað er í grundini einki mark fyri, hvat letur seg gera. Vit hava fleiri sløg av folium – eitt nú reflex, carbon fibre, heilstoypt folia og nógvar aðrar. Okkara folia kann formast eftir øllum akførum, og vit kunnu seta fleiri litir og motiv saman. Einki himpr. Og veitst tú, hvat tað besta við tí er? Folian fer so væl við akfarinum. Hon verjir ímóti føroyska veðurlagnum, umframt at hon økir um trygdina á arbeiðsakførum.

Og hvat sigur tú?

Hevur tú tørv á einari varandi loysn ella eini fyribils? Skal akfarið siga mjavv ella voff? Tað er upp til tín. Men gott bildeko festir seg í hugan. Og við útgerðini, tilfarinum og servitanini eru vit á Dekostovuni meistarar á økinum. Vit hava sniðgevar við ríkum hugflogi og handafimar montørar við góðum eygamáli. Gev okkum eitt prai. Vit vita akkurát, hvat skal til – so tú fært sett tín persónliga dám á.

Hitt okkum

Dekostovan

Stiðjagøta 11

Postboks 1145

110 Tórshavn

Føroyar


+298 347 150

SAMBAND@DEKOSTOVAN.FO
Soleiðis arbeiða vit Starvsfólk

Sosialt

ONKI AT BÍÐA VIÐ

Slá upp á tráðin á 347 150 ella send okkum teldupost.

Tú kanst eisini melda teg til okkara tíðindabræv.