Fyrstu ferð tú kemur til okkara, er tað kanska, tí tú hevur tørv á dekorering ella skelting. Helst hevur tú sæð ella hoyrt, at Dekostovan er ein fyritøka, sum veitir fyritøkum og privatum alt tað, teimum tørvar innan dekorering og skelting. Og tað er ikki langt av leið.
Men longu aðru ferð tú kemur her, ert tú vorðin klókari. Tí nú veitst tú, hvussu góð góðskan er, og at vit á Dekostovuni hava júst tey røttu amboðini, ja – kanska tey bestu amboðini, tá samanum kemur. Tú veitst eisini, at vit hava ein stálherdan vilja, royndirnar og vitanina, og at vit levera til tíðina.
Men sigur tú vinnufólk meir enn tvær ferðir, verður tað stytt til vinfólk. Tí triðju ferð tú kemur her, hugsar tú ikki so nógv um tað. Tú kemur bara – tí tú hevur álit á okkum. Tú veitst, at vit standa við okkara orð. Okkara hjartamál er skjót og góð tænasta, og hetta er veruliga nakað, vit standa inn fyri.
Ring og spyr á 347 180
Pssst! Tí tað skarar framúr – eins og Dekostovan.
Dekostovan
Stiðjagøta 11
Postboks 1145
110 Tórshavn
Føroyar
SAMBAND@DEKOSTOVAN.FO
Soleiðis arbeiða vit
Starvsfólk
Slá upp á tráðin á 347 180 ella send okkum teldupost.
Tú kanst eisini melda teg til okkara tíðindabræv.