Um tað so bert er ein einkult t-shirt við prenti ella ein heilur páfuglabúni frá høvdi til tá, so er tað eitt sera gott hugskot at starvsfólkini eru í arbeiðsbúna. Hann endurspeglar samleikan hjá tínari fyritøku, sært tú. Hetta ger tað lættari hjá tínum viðskiftafólkum at vita, hvønn tey skulu venda sær til. Harumframt styrkja arbeiðsbúnar um góða samanhaldið á arbeiðsplássinum við tað, at starvsfólkini kenna seg sum ein part av felagsskapinum.
Og ikki minst – ein arbeiðsbúni gevur fyritøkuni eitt gott image. Tíni starvsfólk umboða tína fyritøku, og í arbeiðsbúnanum vísa tey á, at hetta er ein ordilig fyritøka, ein professionell fyritøka. Tá ið starvsfólkini so eru ørindi, eru tey í grundini eisini gratis reklama á tveimum beinum.
Dekostovan er góð at heita á, tí vit kunnu prenta á so at siga øll klæði. Um tað eru skrivstovubúnar ella trygdarklæðir – tað veldst alt um teg og tíni. Harumframt liggja vit eisini inni við gerandisligum klæðum, t-shirts og øðrum, ið longu eru klár at prenta á. Vit á Dekostovuni eru altíð reiðar. Vit hava royndar hendur til tað praktiska og serligar maskinur til tað tekniska.
Dekostovan
Stiðjagøta 11
Postboks 1145
110 Tórshavn
Føroyar
SAMBAND@DEKOSTOVAN.FO
Soleiðis arbeiða vit
Starvsfólk
Slá upp á tráðin á 347 180 ella send okkum teldupost.
Tú kanst eisini melda teg til okkara tíðindabræv.