Tá kundarnir trína inn í handilin, er tað av størsta týdningi, at teir kenna seg væl. Gera teir ikki tað, eru teir skjótir á dyr aftur. Tú kemur langt við einum smíli, men summi fólk eru fáorðað og ynskja at ganga fyri seg sjálvi. Tá er neyðugt at dekorera og skelta handilin soleiðis, at eingin ivi er um, hvat vendir upp, og hvat vendir niður. Og næstu ferð, kundarnir koma á gátt, koma teir ikki bara inn at venda – men inn at vitja.
Við okkara servitan, útgerð og tilfari fáa vit gjørt snøgt sagt alt tað, tú kundi hugsað tær. Við skelting og dekoreraðum skilaveggjum fært tú leiðbeint kundunum betur. Vilt tú hava betri ljóðviðurskifti, so hava vit eisini ljóðplátur – sum tú enntá kanst prenta á, so tær fella væl inn í kringumstøðurnar. Vilt tú gera meira burturúr? Kanska til okkurt serligt høvi? So hava vit eisini fløgg, plakatur, mottur og bannarar. Og hvussu sær út uttan á handlinum? Sæst hann nóg væl? Hvat við einum feitum ljósskelti? Útskornar stavir kanska? Við hjálp frá okkum kanst tú ordiliga spíla teg út.
Dekostovan
Stiðjagøta 11
Postboks 1145
110 Tórshavn
Føroyar
SAMBAND@DEKOSTOVAN.FO
Soleiðis arbeiða vit
Starvsfólk
Slá upp á tráðin á 347 180 ella send okkum teldupost.
Tú kanst eisini melda teg til okkara tíðindabræv.