DEKOSTOVAN SKELTAR FØROYAR

Ferðsluskelting

Ferðsluskelting

Tá vegir og annað verða bygdir, er tað ein ørgrynna av skeltum, sum verða framleidd til høvið. Vit eru professionellir veitarir av skeltum, og vit bjóða okkum fram bæði til tað almenna og tað privata at framleiða skeltir til øll hugsandi endamál. Dag um dag, tíma fyri tíma. 

Vit taka øll atlit

Vit taka øll atlit

Tað, sum umræður, tá ferðsluskeltir verða framleidd, er, at tey lúka almennu trygdarkrøvini. Øll skeltini eru EU-góðkend. Vit taka ferðslutrygd í álvara, og tí átaka vit okkum eisini, at skeltini, vit veita, virka, sum tey skulu – orsaka øll kommaini, men kommaseting er sum skeltauppseting, og har eru vit neyv. Okkara skelti síggjast, tey lýsa í myrkri, tey eru slitsterk og halda til føroyska veðurlagið. 

Eitt ferðsluskelti hevur mong andlit

Eitt ferðsluskelti hevur mong andlit

Forboð. Fráboð. Páboð. Parkering. Leiðbeining. Kunngerð. Tað finnast óteljandi skelti til óteljandi endamál. Veri tað seg til navigering ella navnið á einum vegi ella eini bygd, ja so fáa maskinurnar og menninir á verkstaðnum framleitt tað. 

Hitt okkum

Dekostovan

Stiðjagøta 11

Postboks 1145

110 Tórshavn

Føroyar


+298 347 180

SAMBAND@DEKOSTOVAN.FO
Soleiðis arbeiða vit Starvsfólk

Sosialt

ONKI AT BÍÐA VIÐ

Slá upp á tráðin á 347 180 ella send okkum teldupost.

Tú kanst eisini melda teg til okkara tíðindabræv.